Vindur og regn í dag

Veðrið í dag verður einki at reypa av.

 

Sambært donsku verðurstovuni DMI, so verður tað nógvur vindur av landsynningi meginpartin av degnum, sum tó minkar seinni út á dagin.

 

Tað fer at regna illa fyrrapart, men tað verður eisini minkandi seinni út á dagin og út á seinnapartin siga veðurstovur, at tasð verður skýggja, men gevst at regna.