Vindur og regn í allan dag

DMI roknar við nógvum vindi í nátt

Danska veðurstovan DMI roknar við illsligum veðri í allan dag. Í kvøld verður ein skái, men í nátt verður aftur nógvur vindur, upp í storm í støðum. Í morgin verður frægari veður.

DMI sigur, at í dag verður 13-18 m/s av eystri, í kvøld verður minni vindur eitt skifti, 8-13 m/s, men í nátt veksur vindurin aftur av vestri og landnyðringi, í støðum upp í 23 m/s. Í dag fer at regna, í nátt verður ælaveður. Hitin verður millum 4 og 8 stig.

Sunnudagin verður 13-18 m/s av vestri. Út á fyrrapartin minni vindur, 8-13 m/s av útsynningi. Skýggjað og ælveður, út á dagin klárnar, og tað verður turt eitt skifti. Hitin verður millum 6 og 10 stig.