Tað var illveður í Danmark, Noregi og Svøríki í gjár og í nátt. Í Noregi var stormur á Vesturlandinum, og nógvastaðni kom so nógvur kavi niður, at ferðslan steðgaði. Í Svøríki kavaði eisini so illa, at fleiri tok stóðu still, og nógvir bilar kavaðu inni. Á motorvegnum sunnan fyri Stockholm noyddust 400 fólk at sova í bili í nátt. Í Danmark var nógvur høgættarvindur, og tað gjørdi, at brúgvin um Stórabelti mátti latast aftur.









