Vikuskiftið byrjar annars ikki so væl.
Fyrrapartin í morgin lovar Petur hvassan vind av útsynningi og regn. Men seinnapartin verður heldur frægari.
- Seinnapartin leygardagin verður nakað minni vindur, og sólin kemur væntandi fram, sigur veðurmaðurin.
Hitin í morgin fer at liggja millum 9 og 12 stig.
Sunnudagin verður aftur hvassur vindur við ælingi, men kortini sleppa onkrir sólarglottar framat henda dagin. Hitin verður tá millum 8 og 11 stig.
Mánadagin verður hann vestan í ættini við regni, men út á seinnapartin slítur hann væntandi í. Kortini verður lýtt í veðrinum.
Týsdagin hækkar hann nakað og tá verður kaldari.
- Tað verður kortini ikki kavi, men norðanfyri kann vátaslettingur verða henda dagin, sigur Petur Skeel Jacobsen.