Tað er nógvur vindur í Danmark í dag og tað ávirkar fyrsta umfar í seinnu hálvu av donsku Superliguni. Millum annað er dysturin millum FC Nordsjælland og AC Horsens er avlýstur.
Tað merkir at Hallur Hansson ikki verður at sígga í dysti í dag. AC Horsens er í løtuni nummar 11 av 14. FC Nordsjælland skrivar á sosialu miðlunum, at tað eru trygdarovastin og dómarin, sum í felag hava tikið avgerðina.
- Tað er vandi fyri at skilti kunnu ríva seg leys í nógva vindinum. Tí verður dysturin ikki spældur orsaka av trygdarorsøkum og fyriliti fyri áskoðarum og spælarum, sigur skrivar FC Nordsjælland á Twitter.
Dysturin millum AGF og Randers FC er eisini útsettur vegna vind. Seinna hálva fór i gongd fríggjakvøldið, tá Esbjerg við Lars Olsen á odda vann 1-0 á FCK.
##md2##












