Vindorku ístaðin fyri kjarnorku

Sviar ætla at seta stórar vindmyllur upp á sjónum.

Svenska stjórnin hevur góðkent eina ætlan hjá orkufelagnum Vattenfall at seta nógvar stórar vindmyllur upp á sjónum suður úr býnum Trelleborg har suðuri í landinum.

TT skrivar, at talan er um 128 vindmyllur, og at tær seinastu skulu setast upp í 2008 á Krigers-bankanum sunnan fyri Trelleborg.

Verkætlanin er mett at kosta millum 10 og 12 milliardir krónur, og vindmyllurnar skulu framleiða tveir terrawatt-tímar um árið. Tað er nóg mikið til 440.000 húsarhald og svarar til helmingin av elorkuni, sum 2. reaktorur á Barsebæck-verkinum framleiddi, til hann bleiv stongdur fyri einum ári síðani.

Fyritøkan Sweden Offshore Wind AB, sum Vattenfall eigur, skal standa fyri verkætlanini, men áðrenn arbeiðið fer í gongd, skulu myndugleikarnir kanna, hvørja ávirkan vindmyllurnar kunnu fáa á fugl og fisk og umhvørvið á Krigers-bankanum annars, skrivar TT.