Á miðdegi í dag vórðu tilboðini upp á vindorkulundir á Eiði og í miðstaðarøkinum latin upp á Umhvørvisstovuni.
Trý feløg hava bjóðað seg fram - tey eru SEV, Vindrøkt og Magn.
SEV og Magn hava bjóðað uppá vindmyllulundina á Eiði og í miðstaðarøkinum, meðan Røkt hevði eitt boð í miðstaðarøkinum. Magn hevði fýra boð upp á vindorku í miðstaðarøkinum og eitt á Eiði; SEV hevði tríggjar umsóknir uppá mistaðarøkið og eitt á Eiði.
##med2##
Ari Johannesen, virkandi stjóri Umhvørvisstovuni, legði boðini fram.
- Neyðturviliga er tað ikki so, at tann lægsti prísurin vinnur. Hevur mann ein lágan prís, so er mann væl við frá byrjan. Vit mugu viðgera og meta um innkomnu umsóknirnar, segði hann og vísti á ymisk kriteru og atlit, sum vera tikin og hugt eftir.
Prísurin og møguleikin fyri fleiri elframleiðarum verður vektað við 65 prosentum, og tekniska loysnin verður vektað við 35 prosentum.
Orkudeildin á Umhvørvisstovuni metir, at tað fer at taka umleið ein mánað at viðgera umsóknirnar.
##med4##
##med3##













