Ætlanin hjá SEV er at seta tríggjar vindmyllur upp fyrst í september. Men henda ætlan hevur fingið eitt bakkast, tí friðingarnevndin í Eysturoynni loyvir ikki SEV at seta vindmyllurnar upp.
- Eg veit ikki, hvat orsøkin er. Tey grundgeva við, at friður og fuglalív skulu ikki órógvast, sigur Klæmint Weihe, stjóri í SEV.
Spurdur um trupulleikar hava verið av vindmylluni á Toftum viðvíkjandi fuglalívi, sigur Klæmint Weihe, at tað hava teir ikki hoyrt nakað um.
Men hvat ætlar SEV at gera við málið? Tað er greitt, at hetta er eitt bakkast fyri vindmyllu-ætlanina hjá SEV, sum teir hava arbeitt við í longri tíð.
- Tað er ikki avgjørt enn, hvat SEV fer at gera við hetta málið. Tað verður stýrisfundur mikudagin í næstu viku, og tá verður málið tikið upp til umrøðu, sigur Klæmint Weihe, stjóri í SEV.
Myllurnar koma upp
- Men eg vænti ikki, at vit fara at sleppa ætlanini um at seta vindmyllur upp, sigur Klæmint Weihe.
- Men hinvegin, so má mann kanska gera sær tankar um, at friðingarmynduleikarnir sum hava sagt sína hugsan um hatta. Og hví teir gera tað, sigur Klæmint Weihe.
Spurdur um vindmyllu-ætlanin hjá SEV verður flutt til okkurt annað stað í Føroyum, sigur Klæmint Weihe, at tað er møguligt.
- Tað er í øllum førum ein tanki, sum er í høvdinum á mær beint nú, sigur hann.
Hvar vindmyllu-virksemið hjá SEV møguliga verður flutt til, veit Klæmint Weihe ikki at siga.
- Tað veit eg ikki. Tað eru aðrir møguleikar í Føroyum. Tað eru møguleikar bæði á Streymoynni, á Vágoynni, og aðrastaðni, sigur hann.
- Tað er givið, at tann ætlanin, sum vit høvdu í september mánaði, hon verður ikki nádd. Vit mugu finna upp á okkurt alternativ, sigur Klæmint Weihe.
Tað tykist ongin ivi um, at vindmyllurnar koma upp at standa. Spurdur um vit fara at síggja tríggjar nýggjar vindmyllur innan alt ov langa tíð, sigur Klæmint Weihe, at tað ivast hann ikki í.
- Ja, tað vænti eg. Tað ivist eg ikki í. Tað verður neyvan í hesum árinum, tá ið vit nú hava fingið eitt bakkast viðvíkjandi tíðarætlanini, sum vit hava fingið við hesum, sigur Klæmint Weihe.
Vindmyllurnar eru bílagdar
Ordrin fyri vindmyllurnar er longu lagdur, sigur Klæmint Weihe, stjóri í SEV.
- Turbinurnar á vindmyllunum verða helst tær somu. Tað er onki at ivast í. Tað er ein spurningur um at finna eina aðra plasering, sigur Klæmint Weihe.
SEV hevur møguleika at kæra avgerðina hjá friðingarnevndini í Eysturoynni innan fýra vikur. Málið liggur nú hjá yvirfriðingarnevndini, sum skal avgera, um kæran verður tikin til eftirtektar ella ikki. Tað er sorinskrivarin, sum er formaður í yvirfriðingarnevndini. Avgerðin hjá yvirfriðingarnevndini verður endalig.










