Vindmyllurnar í Húsahaga góðkendar

Ætlaðu vindmyllurnar hjá SEV lúka allar treytir til óljóð, skuggakast og árnini á natúruna annars

Umhvørisstovan hevur nú umhørvisgóðkent ætlanina hjá SEV at seta vindmyllur upp í Húsahaga.

 

Hendan góðkenning er ein treyt fyri at myllurnar kunnu setast upp.

 

Í hesum sambandi skal metast um, hvørji árin kunnu standast av myllunum, eitt nú óljóð, skuggakast, ávirkan á djóra- og plantulív í Húsahaga, ávirkan á samskiftirútgerð og hvussu vindmyllurnar síggjast í landslagnum. 

 

Umhvørvismetingin varð send til hoyringar í vár, men Umhvørvisstovan fekk ongi hoyringssvar.

 

Hinvegin fekk SEV nakrar ískoytisspurningar, sum eru svaraðir nøktandi.


 

Og nú hevur Umhvørvisstovan umhvørvis-góðkent ætlanina.

 

Metingarnar vísa, at markvirðini fyri óljóði og skuggakasti verða hildin í bústaðarøkjum nærhendis. 

 

- Tá ein vindmylla stendur soleiðis fyri sólini, at malandi veingirnir kasta skugga, verður hetta nevnt skuggakast, sum kann fatast um ljós, ið blunkar.

 

- Skuggakast kemur mest fyri, tá sólin stendur lágt á himni, tað er í desember og í januar mánaði.

 

Er skuggakast í bústaðarøki, kann tað vera ørkymlandi og til ampa hjá fólki.

 

Í umhvørvisgóðkenningini hjá SEV er ein treyt at skuggakast frá vindmyllunum skal í mesta lagið vera 10 tímar um árið í bústaðarøkjum. 

 

Nakað av óljóði kemur frá vindmyllunum tá tær eru virknar, og økist óljóðið við vindferðini. Í umhvørvisgóðkenningini er treyt sett um at óljóðið frá vindmyllunum ikki skal fara upp um ávís ásett mørk.

 

Annars kunnu tey, sum hetta hevur týdning fyri, kæra góðkenningina.

 

Myndin vísir, hvussu vindmyllurnar taka seg út av Argjalandinum, har bara tað ovasta av myllununum kemur undan fjallarøðini