Vindmyllurnar hjá SEV stóðu stinnar í ódnini

Tær gjørdu ikki streym, men tær stóðu, hóast harðasta hvirlan varð máld til 80 metrar um sekundið

 

Hóast nógvur skaði hendi í ódnunum um vikuskiftið, stóðu vindmyllurnar hjá SEV í Neshaga, stinnar.

 

Tað sigur SEV á heimasíðu síni.

 

Eftir ódnirnar eru myllurnar kannaðar, men eingin skaði er staðfestur.

 

- Vindmátarar hjá SEV máldu mesta vindin at verða 80 metrar um sekundið í Neshaga. Tað var klokkan 18.40 sunnukvøldið.

 

- Vindmátararnir sita ovasta á vindmyllunum og fyrivarni skal tí takast fyri, at bløðini á mylluni kunnu ávirka vindmátingina, sigur SEV

 

Í tíðarskeiðinum frá klokkan 16 - 20  sunnukvøldið, var miðal vindferðin í Neshaga 42 metrar um sekundið, og í Húshaga var miðal vindferðin 41 m/s.

          

- Vindmyllurnar slaka av at gera streym, tá ið vindurin fer upp um 28 metrar um sekundið og tær gevast at heilt at gera streym, tá ið vindurin fer upp um 34 metrar um sekundið.

 

Fer vindurin upp um tað, mala tær bara í vindinum, har tær kláraðu seg væl í ódnarveðrinum sunnukvøldið, sigur SEV.

 

Í Húsahaga hevur SEV vindmátarar í høgu mastrini hjá Føroya Tele. Har var mesti vindurin máldur til 60 metrar sum sekundið.

 

Tað var klokkan 17.40 sunnukvøldið.

 

Í hesi mátingini eru eingi fyrivarni at taka, tí vindmátarin situr beint í vindinum, har hann ikki verður órógvaður av nøkrum, sum kann ávirka mátingarnar, sigur SEV.