Fyrsti ársfjórðingur 2018 hilnaðist sera væl bæði í vindmyllulundunum í Húsahaga og Neshaga.
SEV fortelur í morgun, at Mylla 2 í Neshaga gjørdi 399,902 MWh av streymi í mars, og tað er nýtt met. Gamla metið er frá november 2017. Vindmyllulundin í Neshaga gjørdi tilsamans 1960,380 MWh av streymi í mars, og tað eisini er nýtt met. Gamla metið er frá desember 2014.
Eisini í Húsahaga hevur úrtøkan úr vindorkuni verið framúr góð hendan yrsta ársfjórðingin í ár. Í hesum sambandi vórðu 98 prosent av vindorkuni gagnnýtt til streym fyrstu tríggjar mánaðirnar av hesum árinum, og tað er eisini met.
Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðsluni hjá SEV, vísir á, at í Húsahaga er battarískipanin høvuðsorsøkin til, at so nógv elorka fæst burtur úr vindorkuni. Skipanin verður støðugt dagførd og ment saman við vindmylluframleiðaranum, ENERCON.
– Vindur er ein óstøðug orkukelda, men fólkið hjá SEV fær alsamt fleiri royndir á økinum. Øll hesi viðurskifti tilsamans hava við sær, at vit eru sera væl nøgd við gongdina á vindorkuøkinum, sigur Heri Mortensen, deildarstjóri.
Í fjør varð 51 prosent av øllum streyminum hjá SEV gjørdur burtur úr vatni og vindi, og oljuriknu verkini gjørdu sostatt 49 prosent.