Vindmyllurnar gera munin

Næstan tveir triðingar av orkuni hjá SEV fyrra hálvár 2015 stavaðu frá varandi orkukeldum.

Alsamt størri partur av elorkuni hjá SEV kemur nú úr vatni og vindi. Tað ger SEV greitt í tíðindabrævi í dag.

 

Fyrra hálvár 2015 stavaðu ikki færri enn 65,2 prosent av elorkuni frá vatni og vindi, sum er 15 prosentstig meira enn sama tíðarskeið í fjør, hóast at elframleiðslan øktist fimm prosent í sama tíðarskeiði.

 

Oljunýtslan hjá SEV minkaði 4.100 tons í tíðarskeiðnum januar til juni 2015, samanborið við sama tíðarskeið 2014. Elframleiðslan úr olju minkaði 26,6 prosent fyrra hálvár 2015, sammett við sama tíðarskeið í fjør.

 

Finn Jakobsen, deildarstjóri fyri elnetinum á SEV, sigur tað serliga vera vindmyllurnar, sum muna. Trýst á pílin undir myndini, fyri at hoyra samrøðuna við Finn Jakobsen.