Vindmyllur oyðileggja lívið hjá grannanum

Danska stjórnin vil hava tvær ferðir so nógvan streym frá vindmyllum um bert níggju ár. Men grannarnir hjá stóru vindmyllunum stúra fyri heilsuni, orsakað av óljóðinum frá fleiri stórum myllum.

Fær danska stjórnin undirtøku fyri ætlanum sínum um at økja vindorkuna, fáa danir í 2020 helvtina av sínum streymi frá vindmyllum. Hetta fer millum annað at hava við sær, at byggjast skulu 745 stórar vindmyllur á landi ístaðin fyri 1600 minni myllur, ið hava tænt fyri seg.

Landsfelagið Grannar hjá stórum myllum í Danmark ber ótta fyri, at hetta fer at oyðileggja lívið hjá grannunum. Formaðurin í felagnum, Boye Jensen, rekur eitt vakstrarhús í Vestursællandi, har hann er granni hjá seks - skjótt 16 - av teimum heilt stóru myllunum upp á 2,3 megawatt.

- Tað er hetta støðuga monotona óljóðið, ið ongin orkar fyri. Tað er sum um eitt flogfar flýgur yvir húsunum allatíðina, sigur hann sambært heimasíðuna hjá elfelagnum Sev..

- Vindmyllur elva til meiri ampa enn ferðsluóljóð av somu megi. Við ferðsluóljóði ber til at sova í einum kamari, ið vendir burtur frá ferðsluni. Lágfrekventa vindmylluóljóðið er støðugt. Óljóðið kemur úr erva og er rættiliga gjøgnumtreingjandi, sigur Henrik Møller.