Tað sæst í kanningini »Eftirlit við fuglalívinum í Húsahaga – Hvussu ávirka vindmyllur og ljosseting á vindmyllur fuglalívið í Húsahaga«, sum William Simonsen gjørdi fyri Umhvørvisstovuna (kunngjørd í 2020) við hjálp frá Silasi Olufson og Jón Aldará, sum hava hjálpt til við fuglateljingini.
Í niðurstøðu og tilmæli í frágreiðingini stendur, at »teljingin av búfugli í Húsahaga 2017 týðir ikki uppá, at búfuglameingið er minkað, í mun til teljingina áðrenn vindmyllurnar vórðu settar upp.
Økið húsar einum lutfalsliga ríkum fuglalívi. Metast kann tískil ikki, at uppsetingin av vindmyllum hevur havt ringa ávirkan á talið av búfugli, ið húsast í økinum.
Eftirlitið staðfestur ikki, at fuglur verður skaddur ella doyr av samanstoyti við vindmyllurnar; hvørki vindmyllur við ella uttan ljósseting. Mælt verður tó til eftirlit ávísar tíðir helst vár og heyst«, stendur í niðurstøðuni í frágreiðingini.
Tað hevur annars ofta verið ein atfinning ímóti vindmyllum, at tær eru til so stóran vanda fyri fuglalívið, tí tað er so nógvur fuglur, sum verður raktur av mylluveingjunum. Tað eru eisini atfinningar, sum eru frammi um verkætlanina í Klivaløkshaga á Sandi, sum nú er í umbúna. Fólk hava savnað undirskriftir at mótmæla ætlanini, sum verða handaðar í næstum. Fólk, sum eru beinleiðis ávirkað av ætlanini, kunnu kæra, og tann kærufrestin er úti í morgin.
Økið í Húsahaga í Havn, ið er kannað í sambandi við vindmyllulundina hjá SEV, er einar 36.000 fermetrar til víddar rundan um myllurnar.
##med2##
Kanningar, sum áður eru gjørdar, vísa, at rættiliga fitt av fugli eigur har um vegir, bæði svarthálsa, tjaldur, lógv, mýrisnípa, summartítlingur, grátítlingur og steinstólpa.
Í oktober varð eisini munandi munandi meiri til av ravni og kráku. Láir, mýrisnípur og títlingar sóust framvegis, og eisini sóust óðinshanar.
Í kanningini, sum er gjørd, varð eingin fuglur funnin, sum var deyður, ella skaddur, av vindmyllunum, hvørki av teimum vindmyllunum, sum hava ljós á sær ella teimum, sum ikki hava ljós á sær.
Tað verður eisini sagt, at teljingar benda ikki á, at fuglurin er minkaður síðani vindmyllurnar eru settar upp.