Vindmylluparkin í Húsahaga: Spurningar til SEV-leiðsluna

Við áhuga hava vit fylgt við í tí, sum fer fram innan útbygging av okkara el-megi og nú í seinastum helst um vindmyllurnar í Húsahaga.                                                                                                         Í kapping við privatar vann interkommunali felagsskapurin SEV sær rættindi at skipa fyri eisini hesari útbygging, og sum skilst hevur arbeiðið gingið væl.  

 

Men nú, tá uppgávan er um at vera lokin, frættist, at talan er um, at oljusølufyritøkan MAGN kanska skal inn í myndina sum fíggjarligur samstarvari hjá SEV um hesa lidnu og møguligar komandi slíkar útbyggingar.                                                                                              Loyvi eg mær tí sum borgari í hesum landi at seta tykkum báðum Hákuni Djurhuus, SEV-stjóra, og Jákupi Suna Lauritsen, stýrisformanni í SEV, hesar spurningar:

Er tað so, at MAGN hevur søkt um hetta samband við tykkum? ella hevur SEV fram um aðrar møguleikar í landinum valt sær hesa fyritøku, har íslendingar hava ræðisrættin, til at gerast partur av okkara almenna elmegiskervi?                                                        Um so er: Hvør er grundgevingin?

SEV er stovnur, sum hevur alt landið aftan fyri seg. Er nøkur orsøk til yvirhøvur at sleppa privatum framat?