Vindmyllufelag gav 100.000 krónur í halli

Raksturin hjá Nólsoyar Orkufelag, sum er felagið, sum eigur vindmylluna í Nólsoy, gav 105.000 krónur í halli í fjør. Tað vísir ársroknskapur felagsins.

Raksturin hjá Nólsoyar Orkufelag, sum er felagið, sum eigur vindmylluna í Nólsoy, gav 105.000 krónur í halli í fjør. Tað vísir ársroknskapur felagsins.

 

Men tað er av góðum grundum, at felagið ikki fær pengar í kassan, tí hóast vindmyllan var sett upp fyri trimum árum síðani, so er hon ikki farin at mala enn.

 

Bjarti Thomsen, sum er nevndarlimur í felagnum, segði við in.fo í maimánaði, at tey enn høvdu ymsar avbjóðingar, men væntaðu at myllan fór at framleiða heitt vatn í seinasta lagi í summar.

 

Sambært ársroknskapinum, so hevur felagið í fjør gjørt kanningar og fyrireikingar til orkuframleiðslu í Nólsoy, og felagið hevur í árinum gjørt íløgur í orkuverkætlan í samsvari við endamál felagsins fyri  85.597 krónur.

 

– Komandi árið hjá felagnum verður merkt av lítlum rakstri og bygging og uppsetan av vindmyllu og tann hartil hoyrandi útbúnað. Væntandi byrjar søla av orku árið 2014, sigur felagið í ársroknskapinum.

 

Tað var 5. apríl í 2011, at fyrstu lutirnir til vindmylluna komu til Nólsoyar. Keyptar vórðu tvær vindmyllur. Onnur er sett upp, hin skuldi nýtast til eykalutir.

 

– Vit hava havt trupulleikar við strýringum, serliga við at fáa hana í gongd, tá nógvur vindur er. Vit hava fingið nakrar eykalutir, sum skuldu bøtt um hesar trupulleikarnar. Trupulleikin er ikki heilt loystur enn, men tað verður í øllum førum í summar, at vit kunnu fara í gongd við at lata heitt vatn til tey húsini, sum eru bundin í skipanina, segði Bjarti Thomsen við in.fo í maimánaði.

 

Stig varð tikið til verkætlanina sum partur av eini norðurlendskari verkætlan at gera Nólsoynna til eina grøna oyggj fyrst í hesi øldini. Nólsoyar Orkufelag fekk 1,8 milliónir krónur í stuðuli úr Innlendismálaráðnum til verkætlanina. Ætlanin var at binda 40 hús í skipanina í fyrstu syftu, men tann ætlanin er slept, tí bert átta hús eru í skipanini, sum nú er klár – og sum sambært Bjarta Thomesen fer at framleiða hita til tey átta húsini í seinasta lagi í summar.