Stóra ætlanin hjá SEV at seta upp 13 vindmyllur í Húsahaga verður nú send til almenna hoyring.
Talan er um eina umhvørvisárinsmeting, tað merkir at SEV hevur gjørt eina meting av, hvørji árin ætlanin kann fáa á umhvørvið við Húsahaga. Hetta er krav, sambært elveitingarlógini.
Umhvørvisárinsmetingin er nú liðug og verður løgd til almenna hoyring. Kommunan, myndugleikar, feløg og "viðkomandi almenningur", sum tað stendur orðað, hava møguleika at koma við viðmerkingum til umhvørvisárinsmetingina.
Tað er Umhvørvisstovan, ið tekur sær av hesum. Umhvørvisárinsmetingin er at finna HER
Her finnur tú eitt myndasavn við tilgjørdum myndum, sum vísa hvussu vindmyllurnar koma at taka seg út í landslagnum.
Hoyringsfreistin er 6 vikur, t.v.s. at møgulig hoyringssvar skulu vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi mikudagin 5. juni 2013.
Sjálv vindmylluætlanin er í løtuni steðgað upp, orsaka einum kærumáli.









