Vindmyllan sett upp

Sunnukvøldið varð ovara helvt av vindmylluni hjá Nólsoyar Orkufelag sett upp, samstundis sum veingirnir vóru ísettir.

Arbeitt hevur verið í longri tíð við at fáa sett mylluna upp, og hóast drúgv tíð gekk at fáa øll formell viðurskifti í lag, er myllan loksins komin upp at standa.

Í fyrsta umfari verður myllan koplað til átta sethús, sum skulu royndarkoyra verkætlanina, men tað eru tilsamans eini 30 hús, sum eru við í fyrsta parti av verkætlanini. Myllan, sum er uppsett, verður mett at kunna veita orku til hesi 30 húsini.

Enn vantar tó okkurt smávegis at gera, áðrenn byrjast kann upp á royndarætlanina, men tunga takið at fáa vindmylluna upp at standa er nú fingið frá hondini.