John Henrik Holm er ein av stigtakarunum til langhylin í Vági, men hann kennir ikki til ítøkiligu kanningina hjá SEV um at leggja kaðal frá meginøkinum til Suðuroyar.
Undir øllum umstøðum er tað nakað, sum tekur tíð. Arbeiðið skal projekterast og útførast, so eg rokni ikki við, at tað ávirkar okkara verkætlan fyrstu tíðina, sigur John Henrik Holm.
Hann sigur, at tá teir kenna ætlanirnar hjá SEV, taka teir tað harfrá.
Eg eri ikki bangin fyri, at ein kaðal til Suðuroyar skal forkoma langhylsætlanini. Vit hava havt møguleikan fyri at byggja eina vindmyllu, og harvið generera okkara egnu orku, uppi at venda. Men so skjótt vit vita meira, hava vit eisini betri møguleika at taka støðu út frá, sigur John Henrik Holm, ein av stigtakarunum í stuttari viðmerking.