Vindmylla misti bløðini og navið

Ein av myllunum hjá SEV í Neshaga misti fyrr í kvøld ikki bara øll bløðini, men alt navið reyk av við bløðunum á. Ein rennari, ið kom fram við, sá, at okkurt løgið var áfatt. Boð vórðu send eftir Skálafjarðar Sløkkiliði, men tá sløkkiliðið kom á staðið, lá alt navið og bløðini í knúsi á vøllinum.

Sum skilst hevur myllan staðið óvirkin og løst í skeivari positión.

Sløkkiliðið sperraði økið av, so fólk ikki sluppu til myllurnar. Myrkt var, so vandi var sjálvandi hjá fólki at ferðast í økinum.

Tíbetur var eingin í nánd, tá óhappið hendi.

– Spurningurin er so, um tað er nóg trygt hjá fólka at ganga fram við myllunum, ella um ein trygdargeiri skuldi verið rundan um myllurnar, siga fólk á staðnum.