Vindmegin í ódnini Gustav er 69 m/ sek.

-Ódnin Gustav fær meira og meira megi, vit hava ikki sæð slíkt áður, sigur borgmeistarin í New Orleans - Ray Nagin í morgun. Borgmeistarin heitti á íbúgvarnar, um at fara úr New Orleans.

Eisini guvernørurin í Lousiana, Bobb Jindal, ber ótta fyri ódnini. Hann sigur, at Gustav kann gera størri skaða enn ódnin Katrina, sum kravdi fleiri enn 1500 mannalív, tað var í 2005.

Ódnin Gustav ferðaðist við 230 km. um tíman, tá ið hon í gjár rakti býin Carraguao á Cuba, Carraguao liggur 100 km í ein útsynning úr Havana.

Á Cuba høvdu tey fyrireikað seg væl, at taka ímóti ódnini, fólk vóru flutt burtur av øllum láglendi, sum liggur út móti havinum. Hvussu stóran skaða ódnin hevur gjørt, á Cuba, er enn ógreitt.

Vindferðin vaks, tá ið ódnin hevði herjað á Cuba og kom út í Meksioflógvan, í morgun var vindferðin 69 m/sek, sum svarar til 240 kilometrar um tíman.

Ódnin hevur nú kós móti mongu oljuorðipallinum í flógvanum og norður móti New Orleans, har hon væntandi verður í nátt.

Á vegunum í New Orleans er ruðuleiki, bilarøðirnar eru kilometrar langar, og ringt er at koma fram.

Oljufeløgini hava eisini flutt fólk av oljuborðipallunum. Shell segði í morgun, at teir høvdu flutt 1300 fólk í land teir seinastu 4 dagarnar.