Tað er so nógvur vindur í ódnini Nida, sum hevur tikið seg upp har vesturi í Kyrrahavinum, at talan er um eina ta mestu vindferðina, sum veðurfrøðingar vita um at siga. NASA sigur, at meðalvindferðin í Nida er 270 kilometrar um tíman, og at í hvirlunum kemur vindferðin upp í 335 kilometrar um tíman.
Enn er kortini einki, sum bendir á, at Nida fer at bera við land nakrastaðni.
Mesta vindferð, sum er skrásett, var sambært NASA í 1979, tá vindferðin í ódnini Tip kom upp í 305 kilometrar um tíman í hvirlunum. Meðalvindferðin í teirri ódnini var 260 kilometrar um tíman.