Vindeygað framvegis afturlatið

Um ásetingarnar høvdu havt verið, sum tær hava verið, so skuldi tað frá og við hósdegnum 27. november verið møguleiki hjá fótbóltsspælarum at flutt úr einum felag og í eitt annað. Ásetingarnar siga, at vindeygað skal verða opið frá 27. november og fram til 19. februar.

Mikudagin boðaði FSF frá á heimasíðu síni, at nú er avgjørt, at vindeygað ikki skal lata upp 22. november. Í staðin letur tað upp 2. januar 2009.

Orsøkin til hesa avgerðina er, at tað í FSF verður arbeitt við at dagføra Reglugerð fyri Áhugaleikarar.