Tað er nógvur vindur um landið í løtuni, og tá hugt verður eftir vindmátarunum hjá Landsverki, sæst, at onkrastaðni eru hvirlur, sum eru omanfyri 40 metrar um sekundið.
At síggja til er vindur um stóran part av landinum í morgun, tí bæði norðan fyri, vestan fyri og sunnan fyri eru vindmátingar, sum í hvirlum vísa rættiliga høga vindstyrki.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn visti um 09-tíðina at siga, at tey ongar fráboðanir hava fingið um vindskaðar í nátt, men í morgun kom ein fráboðan úr Trongisvági.
- Fyri løtu síðan fingu vit eina fráboðan úr Trongisvági, har sagt verður, at eitt vindeyga er blást úr einum sethúsum, og átaksleiðarin er sendur á staðið, segði vaktleiðarin.