»Vinden drar« er eitt norðurlendskt strandamentanartiltak, sum byrjaði í Álandi í 1985, og var í Føroyum í 1995 - á Selatrað og í Vági.
Endamálið er at savna fólk við áhuga fyri brúksbátum í Norðurlondum á Ráðstevnu á hvørjum ári og at útveksla royndir og inspiratión og at hugna sær saman við støði í felags norðurlendskari mentan og samleika.
Hesu ferð verður »Vinden drar« í Lofoten við síni sermerktu náttúru og midnáttarsól, og so tí kenda Lofotfiskiskapinum, sum Johan Bojer skrivar so væl um í »Seinasti víkinginum«.
Millum annað verður fyriskipað ein ferð úr Tróndheimi og norður til Lofoten í fembøringum eins og »Kobben« hjá Kristaveri og »Sjøblomsten« hjá Jacobi.
Stevnan kostar 900 NOK fyri vaksin, 300 NOK fyri børn undir 15 ár.
Tilmelding: Postgiro 4580 06 03874 Vågan Folkhøgskole, 8310 Kabenvåg, Noreg.
Fax +4776078117, e-mail: vagan-folkehogskole@lofotnett.no
Fyrispurningar kunnu vendast til Wiggo Larsen, Fosen Folkhøgskole tlf. +73858585, +73852088 (privat) ella fax +73858586. Tilmeldingarfreistin er 1. mai.
Felagið »Seglið« hevur tilmeldingarbløð.









