Vincent setti Summarfestivalin

Unga manningin úr bólkinum Vincent var fyrsti bólkur á skránni hjá Summar Festivalinum í ár, og er tað eisini fyrstu ferð teir framføra á festivalinum.

 

Tónleikararnir í bólkinum koma úr bæði Eysturoynni og Klaksvík, og framførdu eina blanding av poppi og bleytari rokki, sum fekk fyrstu gestirnar við.

 

Tað var heilt fitt av fólkið, sum hevði leitað sær á festivaløki í regninum, og hóskandi kundi kroka í Tjaldinum saman við Vincent.

 

Næstur á skránni er Olvheðin Jacobsen, sum hevur verið virkin innan kirkju og samkomur og skrivað fleiri sangir, sum verða sungnir har. Hann er longu farin á pallin Torginum, har hann fer at standa móti regninum saman við áhoyrarunum.