Í summar skrivaði ráðsleiðarin í Wick, Gail Ross, til Klaksvíkar kommunu, har hon heitti á Klaksvík um at steðgað við grindadrápinum. Um ikki, kundi tað fáa avleiðingar fyri vinasambandið býanna millum.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri, svaraði kontant aftur, at tað var ikki fólkið í Wick, ið skuldi avgera, hvat klaksvíkingar gjørdu og hvønn mat teir ótu. Hann heitti í staðin á ráðið í Wick um at koma á vitjan í Klaksvík og uppliva sjálvi, hvat grindadrápið veruliga er.
Jógvan Skorheim segði annars við in.fo, at vinasambandið við Wick var eitt av teimum heilt kvirru, og tað fór tí ikki at vera ein stórur missur fyri býin, um Wick kvetti sambandið. Skjøl, ið verða løgd fram á fundinum í kvøld vísa eisini, at seinasta almenna sambandið millum havnabýirnar báðar var í 2001.
Nú er tíðin so komin hjá Gail Ross at seta gerðir handan síni orð. Ráðið í Wick skal í kvøld avgera lagnuna á vinabýasamstavinum teirra millum.
Uttan iva er tað fjølmiðlaumrøðan, sum Sea Shepherd hevur skapt í útlendskum miðlum, ið hevur fingið Gail Ross at ressast við. Sea Shepherd sjálvt skal í næstum aftur svara fyri sína herferð í Føroyum. Felagsskapurin og altjóða leiðarin Alex Cornelissen hava fingið boð um at møta í Føroya rætti fríggjadagin 22. og mánadagin 25. januar, har Linda Margrethe Hesselberg, ákæri, vil hava hann at standa til svars fyri tað, sum umboð fyri Sea Shepherd gjørdu undir grindadrápinum í Sandavági í fjør.