Vinardystur: Ísland-Føroyar 1-2 (0-2) Stórur og søguligur sigur

Mangan hava vit kent okkum snýtt, tá Ísland í evstu løtu er farið avstað við sigrinum. Men í gjár var Ísland ongantíð í nánd av at stjala nakran sigur, og unga liðið hjá Heðini Askham skrivaði tó føroyska fótbóltssøgu í Kópavogi

FÓTBÓLTUR

 

Longu beinanvegin vóru føroysku spælararnir ágangandi og ídnir, og eingin íslendingur fekk frið at hava bóltin. Her var trýst lagt á beinanvegin, og ætlanin um eitt vælskipað avrik, har dentur skuldi leggjast á at fáa væl av fólki við í álop hvørja ferð, sá út til at eydnast serstakliga væl.

Hugburðurin hevði við sær, at Føroyar í veruleikanum høvdu greiða yvirvág í fyrra hálvleiki, tí hóast íslendingar royndu at søkja at, so hevði føroyska liðið fult tamarhald á støðuni alla tíðina. Og tað var ikki bara í fyrra hálvleiki, at talan var um tamarhald, men allan dystin á tamb.

Símun Samuelsen átti tíðliga fyrstu veruligu føroysku royndina, tá hann sendi eitt langskot beint upp um íslendska yvirliggjaran. Og stutt eftir kom fyrsta ávaringin um, at Føroyar kanska fóru at fáa okkurt burtur úr deyðbóltsstøðum, tá Egil á Bø akkurát ikki fekk kós á skallara við aftaru stong eftir hornaspark.

 

Málini líktust

Fyrri hálvleikur var næstan hálvrunnin, tá Bogi Løkin setti ferð á í høgru síðu, men var steðgaður, so Føroyar fingu fríspark. Hesum tók Súni Olsen sær av í vanliga stílinum, og inni í brotsteiginum var føroyski liðformaðurin, Fróði Benjaminsen, hægstur og skallaði bóltin væl niður í handara málkrók. Nú var 1-0 til Føroyar, og gleðin í føroysku andlitunum læt seg ikki fornokta!

Súni Olsen royndi seg tvær ferðir aftrat við skotroyndum nakað seinni, og tá Símun Samuelsen varð feldur stutt uttan fyri íslendska brotsteigin, smekkaði Súni frísparkið hart í kropsskinnið á einum av íslendingunum í múrinum.

Nú nærkaðist hálvleiki, og hóast íslendingar hildu Gunnar Nielsen í føroyska málinum so nøkulunda heitan nú og tá, lá minst líka nógv í luftini, at Føroyar fóru at økja. Og fýra minuttir undan steðginum hendi tað.

Andreas Lava Olsen fór um koll á veg fram í høgru síðu, og enn eina ferð royndi Súni seg við neyvum innleggi í íslendska brotsteigin. Har eydnaðist Andreasi at trýsta Guðjón Árna Antoníusson so nógv, at íslendski debutanturin sendi bóltin í egið mál… So var 2-0!”

 

Vardu væl

Um seinna hálvleik er ikki so nógv at siga, tí hann var nógv merktur av føroysku leiðsluni. Ísland hevði bóltin nógv, men skapti lítið, og føroyska liðið megnaði at verja væl fyri, so teir avgerandi møguleikarnir ikki komu.

Her ráddi fyrst og fremst um at binda væl fyri, og tað gjørdi liðið eisini so meistarliga, at tá íslendingar í yvirtíðini fingu sítt troystarmál við langskoti frá Jónasi Guðna Sævarssyni, gjørdist tað heldur ikki annað enn til pynt. Føroysku spælararnir hildu skansan, til enski dómarin bríkslaði av.

Unga liðið hjá Heðini Askham stóð soleiðis royndina væl og virðiliga, og hetta var einki minni enn ein stórur og søguligur sigur, sum manslandsliðið tryggjaði Føroyum. Flott avrik, har allir stríddust fyri allar og greiddu setningin til fulnar. Tillukku við tí!