Vinarbreyð, toskasnittir og stórsigur til Svend Krosstein

(Sending frá Rás2) Hoyr finaluna í firmakappingini, sum Svend Krosstein vann við fullum stigatali

Svend Krosstein vann sannførandi firmakappingina - spurnarkappingina - hjá Rás2 í dag. Í finaluni vann Svend Krosstein við fullum stigatali 24-13 ímóti Bygma Balslev. Liðini fylgdust fyrstu løtuna, og aftaná tríggjar spurningar var støðan 12-11 til Svend Krosstein, men seinastu tríggjar spurningarnar kom ikki nógv burturúr hjá Bygma Balslev.

 

Johnny Samuelsen, liðskipari hjá Svend Krosstein tók hesa myndina áðrenn hann og arbeiðsfelagarnir fóru at kappast. Tað gjørdist talan um vinarbreyð, toskasnittir og stórsigur til Svend Krosstein.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr alla sendingina. Fremst á ljóðfíluni hoyrist prát við Sigmund Signarsson frá RIB 62. Vinnandi liðið hevur nevnliga vunnið ein starvsfólkatúr fyri 12 fólk við RIB 62. Eftir prátið við Sigmund Signarsson hoyrast upptaktsprát við Johnny Samuelsen og Harald Eirikstoft hjá Svend Krosstein, og eitt upptaktsprát við Sjúrð Olsen hjá Bygma Balslev.

 

Á tí seinna partinum av ljóðfíluni ber til at hoyra sjálva finaluna, har Johnny Samuelsen var liðskipari hjá Svend Krosstein og Eindri Frýdal var liðskipari hjá Bygma Balslev. 

 

(Mynd: Johnny Samuelsen)