Veðrið er av tí allar fagrasta, tá vinarbýarfundurin varð settur í Klaksvík í gjár. Klaksvíkar kommuna fyllir 100 ár, og í hesum sambandi hava vinarbýirnir sett hvørjum øðrum stevnu í Klaksvík.
Umboð fyri allar vinarbýirnar hjá Klaksvíkar kommunu vóru til staðar. Vinarbýirnir eru Norrkøping í Svøríki, Tampere í Finnlandi, Odense í Danmark, Kópavogur í Íslandi og Sisimiut ír Grønlandi.
Í morgun verður avdúking av standmynd niðanfyri gamla kirkjugarð, kl. 10:30 verður stórt kaffiborð á Stongunum, har borgarstjórin, Steinbjørn O. Jacobsen, bjóðar vælkomin og landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálum, Tórbjørn Jacobsen, setur Føroya Sjómannadag - kl. 19 í kvøld verður gallaveitsla í Badmintonhøllini fyri innbodnum, á miðnátt verður fýrverk í miðbýnum og aftaná verður 100-ára dansur í Badmintonhøllini.