Vinarbýir hava gjørt fløgu

Seks norðurlendskir vinarbýir, har Klaksvík er ein teirra, hava gjørt fløgu, sum bjóðar tónleik frá teimum ymsu býunum

 

Klaksvík og fimm norðurlendskir vinarbýir hava gjørt eina fløgu við tónleiki, sum umboða teir seks býirnar á ymsan hátt. Fløgan, sum kallast Mosaic, er nú liðug, og hon bjóðar 18 skeringar við kórsangi og symfoniskum tónleiki.

Tað var Jógvan við Keldu, sum í 1997 kom við hugskotinum til fløguna. Hetta hendi á fundi millum borgarstjórarnar úr teimum seks vinarbýunum, og hugskotið fekk góða móttøku.

Tore Engstrøm úr Tróndheimi var settur at samskipa útgávuna, og hann hevur staðið fyri at savna tónleikin frá teimum seks býnunum. Umframt Klaksvík er talan um Kópavág, Odense, Norrkøping, Tampere og Tróndheim.

Fyri Klaksvík arbeiddi Dávur Winther við útgávuni.


Gott støðið

? Útgávan hevur verið stórarbeiði hjá samskiparanum, men hann er komin sera væl frá uppgávuni, sigur Jógvan við Keldu, sum nú kann fegnast um, at hugskotið er vorðið veruleiki.

? Á fløguni luttaka bæði amatørar og professionell, og samanlagt liggur støðið á rættiliga høgum støði, heldur Jógvan við Keldu.

Klaksvík er umboðað við Frændum og 17 sangarum. Frændur syngja og spæla »Hvítar flykrur« saman við Føroya Symfoniorkestri, meðan 17 sangarar syngja »Juni«, sum Hans Jacob Glerfoss yrkti og Knút Olsen gjørdi lag til.

Harafturat syngja 17 sangarar saman við solistum úr Kópavági eisini sangin »Lítla flugan«.

? Tónlistin og sangur er helst tað, sum sjóðar fólk einamest saman, og tí helt eg, at tað var eitt gott hugskot við hesi fløguni, sigur Jógvan við Keldu.

Fløgan er ætlað sum gávulutur og fæst í fyrstu syftu ikki sum søluvøra.