Vinarbýarstevna í Klaksvík

Klaksvíkar kommuna hevur drúgvar royndir í vinarbýarsamstarvi við sterkum býum - bæði í mentan, vinnulívi og kunningartøkni

Fríggjadagin 20. og leygardagin 21. august fær Klaksvíkin vitjan av politikarum og embætisfólki frá vinarbýunum, sum eru við í vinarbýarketuni sum fevnir um Kópavog í Íslandi, Odense í Danmark, Tróndheim í Noregi, Norrköping í Svøríki og Tampere (Tammerfors) í Finlandi

Gestirnir eru um 25 í tali

Síðani 1993 hevur Klaksvíkin sitið arbeiðsbólkum og viðgjørt ikki færri enn fýra evni, nevniliga útbúgvingar, mentan, umhvørvi og vinnulív, og samskiftið hevur verið nógv í farin ár á øllum økjum.

Annað hvørt ár hava so politikarar saman við embætisfólki ráðstevnu, sum er uppá skift frá býi til bý, og í ár verður hesin fundur í Klaksvík fríggjadagin 20. og leygardagin 21. August.


Ríka traditión

á vinarbýarøkinum

Samstarv er millum Tekniska skúla í Klaksvík og skúlar á sama støði í Norrköping og Odense, millum fólkaskúlan við setursskúla, sum verður í Klaksvík í august mánaða í ár, har børn eru frá øllum vinarbýunum. ? Samstarv er millum musikkskúlan í Klaksvík og tann í Norrköping. ? Á vinnulívsøkinum hevur eisini seinastu árini verið samstarv millum ES-skrivstovuna hjá Odense í Brussel og Klaksvíkina.

Tað kann eisini leggjast afturat, at umhvørvisráðstevna hevur verið í Klaksvík og hinum vinarbýunum. Listaframsýningar og tónleikur av føroyskum listar- og tónlistarfólkum hevur verið bæði í ár og árini frammanundan í vinarbýum okkara.


Framtíðin stungin

út í kortið

Á komandi fundi verður løgd ætlan fyri næstu árini, har dentur m. a. verður lagdur á kunningartøkni, har bæði Trondheim og Tampere liggja væl fyri, vinnulívsútbúgvingar, samstarv við vinnulívsráð og ferðamannaráð, Norðurlond-ES-Baltikum, felags granskingararbeiði, workshops: traditiónir og søgu og ikki minst á list, tónlist og literaturi., umhvørvi o.a.

Annars er ætlan at ein fløga skal koma á marknaðin til jóla sum allir vinarbýirnir umboða, verður sagt í tíðindaskrivi frá býráðsskrivstovuni í Klaksvík.