Samstundis fóru tey bæði gomlu feløgini, Ísraelsfelagið og Vinir Ísraels í søguna. Nógv fólk møtti á fundinum, og nýggja felagið hevur upp ímóti 400 limir.
Endamál felagsins er at stuðla Ísrael og at virka fyri góðum samstarvi millum Føroyar og Ísrael.
Hesi vóru vald í nevndina: Dánjal Poulsen, formaður, Jákup S. Joensen, næstformaður, Rikka Øregaard, kassameistari, Klæmint Weihe, skrivari, Svenning av Lofti og Óli Jacobsen. Varalimir eru Katrin Isfeld og Ragnar S. Olsen. Jóannes á Váli er grannskoðari felagsins.
Ein partur av arbeiðinum hjá felagnum verður umvegis heimasíðuna www.shalom.fo, har felagið fer at upplýsa um virksemi sítt og um Ísrael og viðurskiftini har.
Felagið byggir á kristiligt grundstøði og øll sum eru vinir Ísraels kunnu gerast limir. Til ber at tekna seg sum lim við telduposti til: danjal@travel.fo










