Viltust í mjørkanum

Tvey útlendsk ferðafólk, móðir og dóttir, vilsust leygardagin í mjørkanum

Tey vóru farin gil gongu úr Bø til Gásadals, men vilgtust í mjørkanum. Tey fingu tó givið boð frá sær.
Tær báðar vóru konmar fram at einum varða, sum enntá hevði staðarnavn fest á, »Á Skarði«, og tí bar væl til at fáa staðkendan mann eftir teimum báðum møðgunum, sum komu aftur til Bíggjar í øllum góðum.
Annars hevur vikuskiftið verið rættiliga strævið hjá politinum. Álvarsamasta hendingin var sjálvandi drápsroyndin leygarkvøldið, men nógv herverk var í Klaksvík á serliga bilar, og eisini varð onkur rútur brotin.
Fýra bilførarar, tríggir í Havn og ein í Klaksvík, vórðu tiknir fyri rúsdrekkakoyring, og í Klaksvík var tað um reppið, at ein kampingvongur fót á flog.
Sunnunáttina um eitt-tíðina var ein maður skuldsettur fyri brot á politiviðtøkurnar fyri ærumeiðandi málburð móti løgreglumanni.
So alt í alt eitt rímiliga strævi vikuskiftið hjá politinum.