Vilt tú vera við at hjálpa?

Heimamissiónin

Sunnudagsskúlabørn hjá Heimamissiónini í Føroyum eru í hesum døgum við í eini verkætlan, sum hevur til endamáls at samla inn fløskur eina ávísa tíð. Pengarnir, sum koma inn, fara til arbeiðið, sum Jórun (fødd Fonsdal úr Vestmanna) og maður hennara Nurlan (úr Kirgisia) gera millum gøtubørn í Kiev, Ukreina.
Sunnudagsskúlabørnini hjá Heimamissiónini í Føroyum hava samlað pengar í bússur, og gav tað 295.741,20 kr. sum hjartaliga verður takkað fyri.
Av tí at tørvurin á einum barnaheimi er sera stórur, og pengar resta í heitti sunnudagsskúlin í missiónshúsinum á Glyvrum á Landssunnudagsskúlanevndina hjá HM, um loyvi enn eina fer at heita á sunnudagsskúlabørn og húski teirra og annars øll, ið vildu vera við í einari tílíkari verkætlan, um at hjálpa børnum har neyðin er stór.
Verkætlanin endar 31.oktober og vilja vit tí heita á alt Føroya fólk, skúlar, arbeiðspláss og stovnar um at stuðlað verkætlanini soleiðis, at um tit hava fløskur standandi og vilja geva tær til eitt gott endamál, vinarliga seti tykkum í samband við sunnudagsskúlan á staðnum.
Tá verkætlanin endar, verða pengarnir samlaðir saman og settir inn á konto, saman við tí, sum kom inn, tá samlað var í bússum. Um spurningar eru, kann ringjast til fyrireikararnar á tel. 26 62 17.
Við bøn til Guðs um signing. Hann, sum er hin sami í dag, sum tá hann mettaði 5000 menn, umframt kvinnur og børn, við 2 fiskum og 5 breyðum. Hann er mentur at signa hetta verk, so tað verður teim neyðstøddu og heimleysu til signingar.
Hav hetta í huga, at Jesus sigur :»So satt sum tit hava gjørt hetta móti einum av hesum minstu brøðrum mínum, tá hava tit gjørt tað móti mær« (Matt. 25,40).