Vilt tú hoyrast, so er møguleikin her

Í dag 18. mai verður Pop-Top konsert í Grasagarði í Havn.
Her er høvið hjá ungum orkestrunum at gera vart við seg

Pop-Top konsertin er møguleikin hjá teim ungu orkestrunum at gera vart við seg. Her er møguleikin at verða hoyrdur. Í dag kl. 16.00 spæla fimm av teimum orkestrunum, sum hava vant allan veturin í Skansastovu, Margarinfabrikkini og Studentaskúlanum, til ta árligu Pop-Top-kappingina, sum eins og undanfarin ár er skipað í samarbeiði við Mjólkarvirki Búnaðarmanna.
Orkestrini eru D-Zenz, Happy, Refleks, Sic og fleiri onnur.
Konsertin bjóðar fram eina ørgrynnu av góðum tónleiki. Orkestrini umboða eitt breitt øki av tí rútmiska tónleikinum. Her er blues, rock, reaggie, heavy metal og friðarligar balladur, og fleiri ókend stílsløg. Eins og hini árini hava bólkarnir verið ídnir til at skriva egin løg og egnar tekstir, sum eisini er eitt eyðkenni fyri bólkar, ið hava nógvar orku og góðan vilja at koma fram. Tað verður ikki lætt at finna vinnaran í Pop-Top-kappingini í ár, tí bólkarnir eru sera javnir og spæla sera væl. Men tað eru áhoyrararnir, ið gera av, hvør ið verður ársins Pop-Top-orkestur. Tann seinasta hálva tíman av konsertini fáa áhoyrararnir møguleika at atkvøða fyri einum orkestri. Í fjør atkvøddu meir enn 300, so tað ræður um at vera til staðar og atkvøða fyri sínum favoritti. Tað vinnandi orkestrið skal spæla á ólavsøkukonsertini í ár og vinnur t-skjúrtur frá MBM. Allir luttakararnir fáa harafturat eitt heilt kartong av pop-top frá MBM.
Orkestrið, ið verður nummar eitt, skal spæla á ólavsøku-konsertini. Síðani 1988 hevur Pop-Top-konsertin verið eitt forum, har ungir tónleikarbólkar hava havt møguleika at royna seg yvir fyri einum stórum áhoyraraskara. Ikki so fá av tónleikarunum og orkestrunum, sum hava spælt á Pop-Top-konsertini, hava vit sæð á ólavsøkukonsertini og millum tey bestu til Grand Prix, til dømis Mark No Limits við Teiti Lassen, Clickhaxe og Tangz.