Heimasíðan byrjaði sum ein listaverkætlan, har heitt varð á fólk um at prýða eitt postkort og skriva ein loynidómi, sum tey ongantíð høvdu fortalt øðrum.
Higartil hava 180.000 fólk sent ein loynidóm til: PostSecret, 13345 Copper Ridge Rd., Germantown, Maryland, 20874, USA. Tú kanst eisini senda tín loynidóm inn?
Dømi um loynidómar, sum vit kunnu lesa um á heimasíðuni:
- Tá eg eri súr, koyri eg hár í matin hjá manninum
- Eg gangi altíð í skitnum undirklæðum
- Eg tekni naknar damur í hotel-bíbliur
- Eg viðgangi ikki, at eg eri bøssi, tí eg vil vera forseti
- Brúðarkjólin hjá mammu var mega-ljótur
- Mamma mín hevur eina tatovering á reyvini.
Hon segði, at eg aldrin í verðini mátti siga tað fyri nøkrum.
Ljót er hon eisini
- Onkuntíð noyði eg meg at gráta, meðan eg koyri heim, fyri at síggja reaktiónirnar hjá teimum, sum koyra framvið
- Eg fái bara ikki meg sjálva til at gera tað, sum er rætt
- Eg leggi pressað blomstur inn í bókasavnsbøkur, tá eg lati tær inn aftur
- Tess snøggari tín hondskrift er, tess betri taki eg mær av tínum tryggingarskjølum
- Eg vildi ynskt, eg hevði onkran at tosa við, sum kundi sissa meg og sagt, at tað skal nokk ganga - heldur enn at leypa yvir til medisinskápið eftir eini Xanax
- Hendan St. Patricksdagin eru tað trý ár síðani, tú tók mín moydóm. Eg haldi, at tað var neyðtøka ...
- Eg onaneraði við einum løddum revolvara. Sjeikurin, eg hevði tá, fekk meg ikki at koma - tað gjørdi løddi revolvarin
- Hvørja ferð, eg koyri við Cue leiðini, seti eg meg við vilja við síðuna av løgnasta persóninum í bussinum í vón um, at hann ger okkurt skítsvakt, so eg fái eina søgu at fortelja vinum mínum