Klokkan 18 byrjar skráin og tiltakið Vilt í Suðuroy er veruleiki Tey eru nærum liðug at gera klárt og um góðan hálvan tíma fer Vilt í Suðuroy av bakkastokki í Vági.
Gomlu grindabátarnir eru flotaðir og tjøld sett upp. Klokkan seks stevna grindabátar og sluppin Johanna inn eftir Vágsfirði og so er hol sett á skránna, ið sæst á sudurras.com.
Úr rúgvismiklu skránni kann nevnast torg við øllum møguligum, kapprógving á vatninum, opin slupp, har fiskasuppa fæst, stórt skúmbað til børnini við sløkkiliðsstøðina og kvøldseta.
Tiltøkini eru ókeypis og nú hálvur tími er eftir til tiktakið byrjar, hevur sólin brotið sær veg millum skýggini.










