Vilt í Hvalba av bakkastokki

Í fagrasta veðrið í morgun byrjaði tiltakið Vilt í Hvalba við stórum morgunmatarborði í Roynhøllini Tað er í allan dag, at stóra tiltakið, Vilt í Hvalba er og í fagrasta veðri í morgun bjóðaðu Hvalbingar bygdarfólki og gestum vælkomnum.

Longu klokkan 8 byrjaði tiltakið við stórum morgunmatarborði í Roynhøllini og klokkan 10.00 fáa vit at síggja, hvussu gott handalag ymsir kommunupolitikarar í Suðuroy hava, tí tá fara teir at byggja kassabilar og seinnapartin fara teir eisini at koyra kapp í teimum.

Tað veðrur eisini høvi hjá fólki at vitja inn í kolaminurnar í Hvalba, men har er avgjørt ráðiligt at vera í gummistivlum..

Sluppin Jóhanna loysir frá bryggju klokkan 10, tá ið tey fara ein fiskitúr út til Lítlu Dìmun við fólki og á miðdegi verður stórt sølutorg í Royn høllin, umframt tey fara at sigla við flakum framvið sandinum og børnini kunnu fáa skúmbað.

Seinni í dag letur forvitnislig kolaframsýning upp í skúlanum, eins og at børnini sleppa á eina serliga drakulakafé.

Kvøldið endar við kvøldsetu klokkan 20 og dansi klokkan 23.

Fyri veður er ætlaði fólkafundurin í Lítlu Dímun í dag útsettur til 14.juni