Tað var Finn Johannesen, sum á Vinnudegnum í kvøld tók ímóti heiðurinum fyri Ársins Átak 2010, sum Sp/f VILT í Vági nú hevur fingið. ?Ger okkurt annað, ger okkurt nýtt ? ger okkurt vilt!?
Tá hesi orð fullu á vinnudegnum í Norðurlandahúsinum í dag, fóru fólk at hugsa um, at Ársins Átak í ár helst fór til Sp/f VILT í Suðuroy.
- Vilt tú hava eydnuna við tær, vilt tú geva tínum viðskiftafólki tað forkunnuga, og vilt tú gera lívið ríkari hjá tær og teimum, tú virkar saman við? Tað eru tey, sum gera okkurt nýtt og okkurt vilt, ið skapar framburð og nýggjar møguleikar. Hesi síggja stóra og fjølbroytta tilfeingið í fólki, náttúru og í samfelagi, sum liggur óbrúkt og mest sum rópar eftir at verða gagnnýtt til frama fyri ein stóran hóp av brúkarum, inni sum úti, heima í Føroyum og uttanlands.
Dómsnevndin sigur, at Átakið 2010 er ein fyrimynd fyri okkum øll ? uttan mun til, hvar vit eru, og hvat vit gera. Átakið er ein staðfesting av, at trúgvin uppá, at tað ber til at fáa virksemi í lag ? eisini uttan fyri høvuðsstaðin ? gevur úrslit. Hetta er gott, vísir áræðið og álit á egin evnir.
- Metingarnevndin hevur tí valt at heiða átakið, sum kanska hevur torað mest ? við at kalla seg VILT.
Átakið 2010, sum hevur fingið heiðurin hesaferð, er skipað sum smápartafelag. Felagið hevur skjótt trý ár á baki og hevur heimstað í Vági.
- Endamálið við VILT er at skapa trivnað og at menna Suðuroynna ? og fyri tann skuld landið alt ? í ferðavinnu- og upplivingarhøpi. VILT hevur gjørt Suðuroynna kenda í Føroyum og uttanlands, og virki og fyritøkur um alt landið og útlendskir bólkar koma til Suðuroyar at royna tiltøkini.