Andrias Reinert
Gaman í er hendan líðin, hann er vilstur í, einasta stað her um leiðir, har huldufólk og vættrar enn trívast í urðum og klettum, men - hava vit ikki eisini valt inn í býráðið í høvuðstaðnum fólk, sum duga at snara 112 á fartelefonini og fáa bjargað hesum ólukkuliga vegi úr aftur hulduheyggi??
Trafikkaos í Vágoynni varð spátt, tá Vágatunnilin lat upp, og somuleiðis bæði í Leirvík og Klaksvík, tá næsta stóra framstig var gjørt á hesum øki; men sum ”altíð var Havnin best!”: Langt áðrenn farandi varð ígjøgnum Kollfjarða/Kaldbaksbotnar-holið, kom fjáltur á Býráðið í Havn, tí bilar plagdu jú altíð at koma oman í býin oman av Oyggjarvegnum!!!?
Mikkjal fekk frá Tórshavnar Býráð at vita, at rundkoyring, har Hoyvíksvegurin kemur í Ringvegin, kundi bøtt munandi um væntaða stóra ruðuleikan, men vit máttu so sanniliga eisini fáa fatur í aftur Oyggjarvegnum sum skjótast.
Øll vistu tá, at Oyggjarvegurin byrjaði undir Krákugjógv!, og okkara størsti kapasitetur á økinum varð settur á uppgávuna at binda nýggja innkomuvegin, sum var komin til Havnina, í aftur Oyggjarvegin undir Krákugjógv, so ein partur av tí øðiligu flóðaldu av bilum norðani frá aftur kundi koma oman í Havnina oman av okkara higartil í ferðsluhøpi størstta stoltleika: OYGGJARVEGNUM.
Heini Olsen setti nakrar vakrar linjur á kortið, so ein partur av bilunum, ið komu úr Kaldbaksbotni, aftur kundi nærkast høvuðstaðnum við góðum útsyni oman frá Wenzel Petersen. Ongan havi eg sæð set fingur á arbeiði, sum Heini hevur lagt úr hondum, og fyrst nú byrjar tað tragisk/komiska:
”Lívið er í bylgjum, – tá tað gongur uppeftir, halda vit at alt er ”normalt”, og tá tað gongur niður aftur, halda vit verðins enda vera nær” segði Edvard Mitens á sinni. Bakkkøst komu, vegurin varð gloymdur, og polittikarar tú tá tosaði við hildu fyri: ”nei góði hasum vegnum verður einki av í okkara tíð”!
Nú er aftur góður byrður ”på syklestien” sum Jacob Haugaard segði, og svøvntungi vegurin er raknaður við aftur. Hesi 25 árini hann hevur sovið, er hann tó vaksin frá einum ”trivaligum reyðmaðki”, ið skuldi beina nakrar bilar av Kaldbaksvegnum yvir aftur á Oyggjarvegin, til ein ”miðgarðsorm”, ið við fúkandi ferð skal orka at slúka alt sum undirsjóartunlar, Suðuroy/Sandoyferja og nýggjur flogvøllur ætlandi fara at spýta úr sær av ferðslu næstu árini.
Sum snarljós av himni boðaði Landsverk hin 14/05 okkum, sum hava havt marruna av hesum nú evnaliga, men vilsta ormi alla hesa tíð, til kunnandi fund um vegagerð, sum teimum var álagt at ”fara undir í næstum”. Vegaføring varð víst við framkomnari tøkni, har alt sá ”imponerandi” og stórsligið út.
Vit fóru tó av fundi við tí fatan, at framløgan var ikki um eitt ”projekt”, ið teir vóru ovurfegnir og ernir av at fara í holt við, men heldur eitt skump til okkara fólkavaldu, at fáa teir eisini at raknan við, og geva ”miðgarsorminum” eina betri og rúmsáttari legu.
(PS: Heini kann tó vera errin av, at eingin enn veruliga hevur torað at pilka nevnivert við nú 25 ára gamla ”reyðmaðkin”).









