So stendur mann har. Mitt í tí heila. Á café í høvuðsstaðnum. Køin er tíverri ikki so long, at tað ber til geva sær sjálvum eitt snarsjálvhjálparkursus í úrvalinum og framferðarháttinum á eini modernaðari kaffistovu. Teir báðir norðoyingarnir úr Kringvarpinum, sum eg eri í fylgi við, hava bílagt við tryggari hond og sannførandi stemmulegu – sum var tað ein bókatáttur í Bylgjuni.
Og so er tað, at eg skal bestemma meg. Umboðið fyri fjolliradio í Vágsbotni. Nú! Baresso bíðar við spenningi.
- Lat meg fáa eitt stórt krúss av kaffi, hoyri eg meg siga.
Hvat? Ein stórt krúss av kaffi?! Harragud, heldur tú at hetta er kantinan á Kósavirkinum? Og skalt tú hava eina breyðflís við skerpikjøti afturvið eisini?
Og so sita vit har – tríggir bygdamenn rundan um eitt lágt borð við leðurstólum á café í Havn. Soleiðis ger mann. Globaliseraði føroyingur gongur ikki í haganum og melur. Hann luktar ikki av seyði ella røstum fiski. Hann sær álvarsamur út í meldrinum í høvuðsstaðnum og angar av nýgjørdum espresso. Soleiðis vildi eg altíð verða!
Eg siti í miðjuni við einum yvirvaksnum kaffikrússi, sum kundi sløkt tosan hjá einari miðal útróðrarmanning á Norðhavinum. Til vinstru situr annar við einum hvítum koppi av søtum cappucino og pilkar við eina skróvturra italska Cantuccini nøtukøku – mest átøk einum skálki av einari uppturkaðari sandkøku, sum skal druknast í te, áðrenn hann er etandi. Og tað er fínt í Havn. Hinumegin situr tann mest royndi við einum bikari av Original Ice-Blend og sýgur við einum súgvirøri.
Men vit duga væl at lata sum um, at vit hoyra heima á café. Tað skal mann. Mann skal ikki síggja út sum ein vilstur bygdamaður í Havn – a legal alien - men høvdu teir gomlu vitað av, so høvdu vit verið flongdir við fjallstavi og tveittir í ein køst.
Tað hevði lært okkum!
Bygdamenn á café í Havn. Á, stikk av!