Olivur við Neyst hevur myndprýtt fløguhúsan á nýggju fløguni hjá Jørgini Dahl. Fløgan kom alment út fríggjadagin og samstundis lat framsýning við myndum hjá Olivuri upp í hølunum hjá Tutl í Gongini í Havn.
Tutl hýsir einum listafólki um mánaðin og myndirnar hjá Olivuri hanga til fyrst í mars.
Vilstur vallari
Fløgan hjá Jørgini Dahl nevnist Lost Pilgrims. Longi hevur verið bíðað eftir, at hesin undangongumaður í føroyskum rocki aftur skuldi gera vart við seg. Í sjey- og áttatiárunum stóð Jørgin í fremstu røð. Síðani fór hann til Danmarkar og meira hoyrdist ikki frá honum. Um tað er hetta, sum liggur í heitinum á fløguni, skal ikki sigast her, men tað er, sum er vilsti vallarin komin heimaftur.
Ein veteranur er komin undan kavi aftur. Á fløguni hjá Jørgini syngur John McSherry, Jørgin Dahl spælir ljómborð og syngur kór saman við Lars Christensen, Carsten Volsing, McSherry og Peter Brander. Carsten Volsing leikar guitar, bass og hevur forritað trummur. Jørgin spælir eisini sjálvur bass.
Jørgin eigur øll løgini og tekst til eitt lag. Hann hevur eisini lagt tilrættis og verið framleiðslustjóri (produsari). Hinar tekstirnar eigur Lars Mossin Christensen.
Ljóðførini og kór eru tikin upp í Carma Produktion í Keypmannahavn í 1999 við Carsten Volsing við knøttarnar og Jørgin Dahl við hansara lið. Røddir og annað er tikið upp í Media Sound, Keypmannahavn. Peter Brander mastraði og stóð fyri endaliga ljóðblandinum.
Olivur við Neyst og Sveinur Thomassen løgdu fløguhúsan tilrættis.
Flagan er stuðlað av Norðoyar Sparikassa, Fjølrit og Mentunnargrunni Føroya Løgtings.