Í seinastuni hevur ljóðað, at ein stórur hávur hevur verið í bretskum sjógvi. Nú er hann ikki at finna, og sambært donskum serfrøðingum er tað ikki óhugsandi, at hann hevur svomið tvørtur um Norðsjógvin og er komin í danskan sjógv.
Hávur er annars ikki óvanligur í donskum sjógvi. Átta hávasløg halda til har, men ikki færri enn tjúgu onnur hávasløg eru skrásett innan fyri danskt mark seinastu árini. Serfrøðingarnir siga, at hesir hávarnir halda til á djúpum vatni og koma tí ikki inn ímóti strondini.
Heimsins størsti fiskur, hvalhávurin, sum kann gerast 18 metrar langur, var eftir øllum at døma úti fyri Hirtshals fyri nøkrum døgum síðani. Tað var ein stuttleikafiskimaður, sum sá hann, og serfrøðingarnir halda, at hann mistók seg ikki. Næststørsti fiskurin í heiminum, tann næstan 12 metrar langa brugdan, er vanligur gestur í donskum sjógvi og er javnan at síggja allastaðni kring Danmark.