Havn: Tað var ein heldur sjáldsom sjón, sum møtti dreinginum sum mikukvøldið ætlaði sær undir brúsuna í einum húsum í miðbýnum í høvuðsstaðnum.
Hann hevði ikki meiri enn koyrt vatnið frá, tá róp kom í: - Babba, ein vespa er í brúsuni!
Pápin trúði ikki rættiliga tí, sum sonurin segði. Men við egnum eygum kundi hann kortini staðfesta, at satt var sum sonurin segði.
Í øllum ruðuleikanum fingu teir kortini tikið seg mikið saman, at teir í fyrsta lagi fangað vespuna. Í øðrum fekk pápin tíð at renna eftir myndatólinum fyri at foreviga henda sjáldsama jólagestin.
- Ikki kann sigast annað enn, at vespurnar hava tað gott her á Lutzenstrøð í Havn. So verður spennandi at vita, um vespan livir jólini av, sigur hann.










