Vilmund er aftur klárur til at senda "Bátaradio" (FM1)

(FM1) Aftur í ár verður Vilmund Jacobsen reportari hjá FM1 til tríggjar bátastevnur

##med2##

Komandi leygardag frá klokkan 12 verður fólksligi, Vilmund Jacobsen reportari hjá FM1 í samband við, at FM1 aftur í ár sendir beinleiðis frá bátastevnuni í Vestmanna.. Øll kunnu hoyra sendingina á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 94,5, FM 95,5 og FM 98,7. Byrjað verður at senda klokkan 12. Samsent verður við STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna. 

Fyrrapartin ringdi verturin hjá FM1, Óli G. Samuelsen til Vilmund Jacobsen til eitt prát um bátastevnur og bátaradio.

Vilmund lovar, at aftur í ár verður talan um fólksligt og spontant radio. Honum líkar góða stemningin og góða samanhaldið, ið er til bátastevnurnar kring landið.

Omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Óli. G. Samuelsen gjørdi við Vilmund Jacobsen fyrrapartin. 

HER ber til at hoyra samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Bárð á Steig Nielsen frá bátastevnuni í Vestmanna. 

(Hoyr Vilmund Jacobsen greiða frá um "Bátaradio" á FM1)