Nú eru teir aftur í Havn, og tað verður garvilt, tí Villmenn yvirtaka Manhattan hetta vikuskiftið. Fríggjakvøldið og leygarkvøldið fara dreingirnir úr kultbólkinum úr Vágum at skrúva forsterkararnar for frá og fara at floyma villar tónar út yvir gestirnar.
Teir fara at spæla egin løg og helst eisini okkurt kent gamalt.
Holgar og Vilmenn eru ein partur av sonevnda vágasoundinum, tí serstaka bygdasliga vágatónleikinum, ið eisini eru at hoyra hjá Sámali Ravnsfjall og Tinganesti.
Í fjør gav bólkurin fløguna Villmannatjóðin út.
Manningin er Finnur Joen Jacobsen, sang og gittar, Holgar Jacobsen, gittar og sang, Djóni Strømsten, gittar, og John Edvin Joensen, sang og bass.
Nøkur løg kunnu hoyrast á www.myspace.com/villmenn.










