Tað er nú greitt, at fyrrverandi danski stórpolitikarin, Villy Søvndal, verður ein av gestunum á stóra fólkafundinum við Løkin í Runavík,vikuskiftið 19. og 20. september. Á fundinum fer hann at greiða hann frá sínum politiska og persónliga lívi.
Sostatt Villy Søvndal vitjar Føroyar fyri fyrstu ferð, síðani hann í vetur fór heilt burtur úr donskum politikki. Talan er um ein av teimum mest royndu politikarum í Danmark. Villy Søvndal varð valdur á Fólkating fyri SF í 1994, og hann gjørdist floksformaður í 2005.
Fyrstu árini sum formaður fyri SF fekk Villy Søvndal vind í seglini. Í 2007 leiddi hann flokkin til besta valúrslit í meira enn 20 ár, tá SF fekk 23 umboð á Fólkating. Hóast afturgongd á valinum í 2011 førdi hann SF í stjórn fyri fyrstu ferð í søgu floksins.
Eftir fólkatingsvalið í 2011 gjørdist Villy Søvndal uttanríkisráðharri í stjórnini hjá Helle Thorning-Schmidt. Sæð úr føroyskum sjónarhorni fekk Villy Søvndal seg royndan, tá ES í fjørsummar samtykti at setta handilsboykott í gildi móti Føroyum. Eitt evni, ið sjálvsagt var ovast á breddanum, tá Søvndal vitjaði løgmann í august í fjør.
Síðsta heyst rakti sjúka bæði Villy Søvndal og familju hansara. Hann tók avleiðingarnar og 11. desember í fjør fór hann heilt burtur úr donskum politikki.
Tey bæði árini sum uttanríkisráðharri, vóru strævin hjá Villy Søvndal, tí frá at vera ein sera vælumtóktur andstøðupolitikari í undanvindi gjørdist hann ein uttanríkisráðharri í áhaldandi mótvindi, har atfinningarnar vóru harðar og ágangandi, og tað fekk Søvndal at siga soleiðis:
“Kritikken af min person har været smålig og underlig. Jeg er træt af, at kritikerne har været mere optagede af, hvordan jeg taler engelsk, eller om jeg kan binde en slipseknude, end hvad jeg står for. Herregud, hvor småligt kan det blive.”
|










