Villy Søvndal og løgmaður á fundi

Í dag hava løgmaður og Villy Søvndal, uttanríkisráðharri, havt teirra árliga sínámillum fund. Fundurin var í Vestmanna. Á skránni var m.a. makrelósemjan og ynski um føroyskan limaskap í WTO. Løgmaður og uttanríkisráðharrin fara eisini at viðgera samskiftið millum donsku stjórnina og landsstýrið á uttanríkis- og trygdarpolitiska økinum, og hvussu Føroyar fáa betri møguleika at røkja egin áhugamál í millumtjóða felagsskapum.

Uttanríkisráharrin skal eisini á fund við Løgtingsins uttanlandsnevnd.

Løgmaður og uttanríkisráðharrin hava tíðindafund í Tinganesi í dag klokkan 16.15.