Villy Søvndal kemur til Føroya

Í vikuni kemur danski utt­an­rík­is­ráð­harr­in, Villy Søvn­­dal til Føroya á ar­beiðs­vitj­an.

Hósdagin 13. september fara løg­mað­ur og utt­an­rík­is­­ráð­harr­in at hava teirra ár­­liga sín­á­mill­um fu­nd. Fund­­u­r­in verð­ur í Vest­manna. Á skránni eru m.a. makrel­ó­semj­an og ynski um før­­oysk­an lim­a­skap í WTO. Løgmaður og utt­an­rík­is­ráð­harr­in fara eisini at við­gera sam­skift­ið mill­um donsku stjórnina og lands­­stýr­ið á uttanríkis- og trygd­­ar­pol­it­iska øki­num, og hvussu Føroyar fáa betri møg­u­leika at røkja egin á­hug­a­mál í millumtjóða fel­­ags­­skapum.
Hósdagin skal utt­an­rík­is­ráð­harr­in eisini á fund við Løg­tings­ins utt­an­lands­nevnd.
Í Danmark er Villy Søvn­dal komin nógv í fokus í hes­um døgum, nú hann kunn­gjørdi, at hann leggur frá sær sum floksformaður – og stríð hevur longu tikið seg upp innanhýsis, um hvør skal taka yvir tungu upp­g­ávuna, nú tølini hjá SF ikki eru so góð, sum tey hava verið.